Góðan morgun Føroyar

Næstan liðugt at talgilda gomlu bondini
13-10-2021
Nú er um at vera liðugt at talgilda gomlu útvarps- og sjónvarpsbondini hjá Kringvarpinum, og tað merkir, at meginparturin av gamla savnstilfarinum nú er bjargað

Seinastu sjey árini hevur verið arbeitt við at fáa øll tey gomlu bondini í kringvarpssavninum talgildað, og hetta arbeiðið er nú um at vera komið á mál.

Undir verkætlanini, Savnsgull, var á sumri 2014 farið í holt við at talgilda alt skjalatilfarið og tey gomlu útvarps- og sjónvarpsbondini, sum annars høvdu verið í vanda fyri at farið fyri skeytið.

Summi bond eru so gomul, at tað hevur verið neyðugt at fara uttanlands at talgilda tey, og hesi árini eru seks túrar gjørdar til Belgia at talgilda bond. 

- Seinasti túrurin var síðst í september, greiðir Mass Hoydal, verkætlanarleiðari á Savnsgulli, frá. 

 

Savnandi savnsdagur

29. oktober verður eitt tiltak í kringvarpshøllini, sum Savnsgull hevur tikið stig til.

Heitið á tiltakinum er Savnandi Savnsdagur og er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við.

Savnandi Savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024