- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Seinastu sjey árini hevur verið arbeitt við at fáa øll tey gomlu bondini í kringvarpssavninum talgildað, og hetta arbeiðið er nú um at vera komið á mál.
Undir verkætlanini, Savnsgull, var á sumri 2014 farið í holt við at talgilda alt skjalatilfarið og tey gomlu útvarps- og sjónvarpsbondini, sum annars høvdu verið í vanda fyri at farið fyri skeytið.
Summi bond eru so gomul, at tað hevur verið neyðugt at fara uttanlands at talgilda tey, og hesi árini eru seks túrar gjørdar til Belgia at talgilda bond.
- Seinasti túrurin var síðst í september, greiðir Mass Hoydal, verkætlanarleiðari á Savnsgulli, frá.
Savnandi savnsdagur
29. oktober verður eitt tiltak í kringvarpshøllini, sum Savnsgull hevur tikið stig til.
Heitið á tiltakinum er Savnandi Savnsdagur og er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við.
Savnandi Savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya.