- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Pinkubørn vera á sjúkrahúsinum kannað fyri CTD í sonevndu pku-royndini, men tað er ikki altíð, at henda roynd er eftirfarandi, tí tað tekur tíð áðrenn ávirkanin frá mammuni er horvin úr barninum. Tí verður mælt til, at pinkubørn taka eina blóðroynd afturat nakrar vikur seinni, og líkt er til, at nógv foreldur lata henda møguleika fara framvið.
Hetta siga Amy Ljósheim og Sunneva Thorsteinsson, sum báðar eru nevndarlimir í CTD felagnum.
- Vit hava kanska verið heldur friðarlig seinastu tíðina, og tað sæst aftur á teimum, sum lata seg kanna fyri CTD, sigur Sunneva.
CTD felagið hevur tí fingið eina nýggja heimasíðu, har fólk kunnu leita sær kunning og góð ráð, tá tað snýr seg um CTD, ið er sjúka, ið nógvir føroyingar eru deyðir av.