- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Serstøk ílega í føroyska rossinum er hótt
20-10-2021
DMRT3 ílegan, eisini nevnd Tølt-ílegan, í teimum føroysku rossunum er hótt. Bert trý føroysk ross eru eftir, ið hava hesa serstaku ílegu
DMRT3 ílegan ger, at rossið fær serligar førleikar til rørslu og verður rossið sera gott at ríða.
Mett verður, at henda serliga ílega, stavar frá einum úrbregði sum hendi einaferð í víkingatíð. Av tí at rossini, ið hava hesa íleguna, gerast serliga góð at ríða og hava gott sinnalag, er hugsandi, at víkingar hava valt hesi rossini fram um onnur ross.
Íslendska rossið, sum er nær skylt tí føroyska og við sama uppruna, er kent um allan heim, orsaka av sínum eginleikum til tølt og sítt góða sinnalag.
Kanningar hava staðfest, at bert trý føroysk ross eru eftir ið hesa serligu ílegu, og tí siga tey frá felagnum Føroysk Ross, at nú má okkurt henda, um DMRT3 ílegan skal varðveitast í føroyska rossinum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024