- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ikki allar diagnosur síggjast, og tí kann hetta elva til keðiligar støður. Serliga, tá fólk ikki hugsa seg um. Tað sigur Durita Granada Thomasen, sum er mamma Ísak Emilio, sum hevur ADHD og autismu.
Útsøgnin kemst av eini hendingini, sum hon og sonur hennara vóru út fyri í einum flúgvara í vikuni. Meðan flogið varð, fekk Ísak Emilio óró í kroppin og hevði nógv verbal og kropslig hábrøgd. Hetta fekk hann eisini at hoyra fyri frá einum fremmandum manni, sum sat frammanfyri.
- Tað at fáa skeld frá einum fremmandum manni fyri nakað, Ísak Emilio ikki kann gera við, kendist mannminkandi. Óivað visti maðurin ikki av, hvussu nógv Ísak Emilio stríðist. Tí ynski eg, at øll hugsa seg betur um, áðrenn tey ilskast inná atburðin hjá øðrum. Tað sigur Durita Granda Thomasen, sum eftir hendingina valdi at gera vart við hetta á facebook.