Góðan morgun Føroyar

Talgilt tilfar um sjófeingi
01-11-2021
Annað árið á rað hevur NÁM fingið europeiska virðisløn fyri undirvísingartilfar.

Samstarvið millum privata vinnu, gransking og tað almenna eydnaðist so mikið væl at føroyskt undirvísingartilfar fyri aðru ferð hevur fingið virðisløn.

KT-fyritøkan Tøkni, granskingargrunnurin Sjókovin og NÁM hava saman ment undirvísingarportalin sjofeingi.fo, sum bjóðar talgilt undirvísingartilfar til 6. flokkar um fiski- og alivinnu, um havið og umvørvið og mangt annað, ið er tengt at hesum vinnum.

Fyrimunurin við talgildum tilfari av hesum slag er, at tú fært tað serverað í ymiskum formatum, so sum teksti, filmum, myndum og samvirknum kortum til dømis, soleiðis at børnini ikki á sama hátt sum fyrr einans sita við einari bók, tá tey skulu læra.

Og so væl hevur eydnast við hesari verkætlan, at tilfarið hevur vunnið silvur í BELMA kappingini, sum er europeisk kapping fyri undirvísingartilfar.

Vit hoyra her Ólav Ellefsen, sum starvast á kt-fyritøkuni Tøkni, Unn Laksá er stjóri í granskingargrunninum Sjókovanum og Rannvá Hansen, sum var ritstjóri hjá Námi, tá tilfarið var framleitt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024