- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg hugsaði, hvat eg kundi gera, fyri at gera ein mun og onkursvegna hjálpa.
Soleiðis sigur Sirið Eilersdóttir um hugskotið at savna inn pengar til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Á Sjúklingahotellinum kunnu føroyingar búgva, tá teir og teirra avvarandi eru í Danmark í sjúkraørindum.
- Eg var herfyri stødd á Sjúklingahotellinum sum fylgjari í tríggjar vikur, og tá upplivdi eg uppihaldið sum ótrúliga gott. Eg hevði tað í allar mátar gott og livdi faktisk sum ein greivi, fortelur Sirið Eilersdóttir, sum fegin vildi vísa sítt takksemi á onkran hátt.
- Eg valdi at skipa fyri tombola og lutaseðlasølu í Vági, og eg má siga, at fólk hava verið ófør at stuðla í allar mátar, sigur Siri Eilersdóttir.
Í morgunsendingini greiddi hon frá innsavningini, og hví tað hevur týdning fyri seg at hjálpa Sjúklingahotellinum.