- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ofta ringir konan til læknan fyri mannin
03-11-2021
Tað er framvegis ein trupulleiki, at menn ikki fara til lækna. Tað sigur Gunnhild Helmsdal, kommunulækni
Framvegis síggja vit, at menn liva fleiri ár styttri enn kvinnur. Ein orsøk er, at menn ikki eru nóg skjótir til lækna, tá okkurt er áfatt.
Menn verða ikki, eins og kvinnur, innkallaðir. Tí kann tað kennast teimum fremmant at leita sær læknahjálp.
Framvegis kemur tað javnan fyri at konan, og í summum førum mamman, ringir fyri mannin og biður um tíð hjá læknanum.
Umframt at umrøða menn og læknar, svarar Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, spurningum frá lurtarum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024