Góðan morgun Føroyar

- Heimildarfilmurin skal gera upp við fordómar um sálarsjúku
04-11-2021
Í kvøld verður heimildarfilmurin Sálarkvøl vístur í sjónvarpinum. Filmurin er ein lýsing av listakvinnuni Elin Josefinu Smith.

Tá ið Eir í Ólavsstovu gekk í miðnámsskúla í Hoydølum, kom hon at kenna listakvinnuna Elina Josefinu Smith. Tær blivu vinkonur, men brádliga ein dagin fekk Elin sálarsjúku. Hon gavst í skúlanum og flutti til Danmarkar. Vinfólkini fingu ongantíð at vita, hvat veruliga hendi.

- Heimildarfilmurin er ein rannsóknarferð aftur í tíð, har vit skulu fáa greiðu á, hvat veruliga hendi Elini, sigur Eir í Ólavsstovu, sum hevur framleitt heimildarfilmin.

Á ferðini kemur fram, hvussu stórt tabu sálarsjúka var fyri 40 árum síðani, og hvussu tøgnin og manglandi vitanin um sálarsjúku, var við til at oyðileggja lívið hjá einari ungari gentu. Hóast filmurin er beiskur í støðum, so hendir tað gleðiliga, at vit síggja, hvussu Elin sum frá líður fær vaksandi álit á mammu sína, og vreiðin, sum Elin hevur følt øll hesi árini, byrjar at hvørva.

Sjónvarpsdokumentarurin verður vístur í kvøld eftir Dag og Viku.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024