Góðan morgun Føroyar

Kelidjór blíva útblakað
10-11-2021
- Tað er ikki heilt óvanligt, at kelidjór bara verða slept út í náttúruna, tí eigararnir ikki tíma tey meir, sigur Djóraverndarfelagið.

Kettlingar. Kaninir. Marsvín.

Hetta eru aloftast tey djórini, sum verða funnin úti í náttúruni og ofta illa fyri.

- Vit uppliva viðhvørt, at fólk bara sleppa kelidjóri sínum út í náttúruna, tí tey tíma ikki at hava djórið longur. Tað hendir ikki ofta, men av og á, sigur Diana Krossá Kongsbak frá Djóraverndarfelagnum.

Fyrr í vikuni legði Djóraverndarfelagið mynd út á Facebook. Á myndini vóru tvey marsvín, sum fólk høvdu funnið úti í náttúruni.

- Tíbetur høvdu tey ikki ligið so leingi og stóðu tí til at bjarga. Harafturat hava vit funnið teimum eitt gott heim, sigur Diana Krossá Kongsbak.

Í morgunsendingini fortelur hon um týdningin av, at fók sleppa sær av við kelidjór á rættan hátt, tá tey ikki longur tíma ella kunnu hava tað.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024