Góðan morgun Føroyar

- Allir grønlendingar hava tilknýti til sjálvmorð
10-11-2021
Grønlendska Mari í Løðuni var 10 ára gomul, tá hon upplivdi at missa onkran til sjálvmorð fyri fyrstu ferð. Sambært henni hava allir grønlendingar tilknýti til sjálvmorð

Fyri stuttum blivu norðurlendsku virðislønirnar handaðar.

Grønlendska Niviaq Korneliussen vann virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir. Hon er fyrsti grønlendingur, sum hevur vunnið eina norðurlendska virðisløn. Í sambandi við handanina helt hon eina røðu, sum hevur vakt stóran ans.

Hon tosaði um tað, sum hon skrivar um; sjálvmorð millum ung í Grønlandi. 

Mari í Løðuni er uppvaksin í Grønlandi, hevur grønlenska mammu og kennir tí til innanhýsis viðurskifti í landinum.

Hon heldur, at tað er kærkomið, at Niviaq varpar ljós á sjálvmorð millum grønlendingar. Tó er hon ikki vís í, um røðan fer at hjálpa so nógv, tí hon vísir á, at myndugleikarnir ikki gera nóg mikið fyri at basa sosialu trupulleikum, sum í ringasta føri hava við sær, at ein velur at taka lívið av sær.

- Grønland er rakt av nógvum sosialum trupulleikum, og orsøkin til tað er sera kompleks, sigur Mari í Løðuni.

Hon greiðir nærri frá í innslagnum, hví hon heldur, at Grønland er so hart rakt av sosialum trupulleikum, og hvussu hetta ávirkar fólkini í landinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024