Góðan morgun Føroyar

Dessertin ikki á sama stigi sum høvuðsrætturin
11-11-2021
Ógvuliga stór framstig hava verið í føroysku gastronomiini, men enn er ymiskt, sum krevur bata. Tað heldur redaktørurin á Den danske spiseguide

Síðani 1978 hevur Den danske spiseguide vitjað og mett um matstovur.

Seinastu 10 árini hava Føroyar havt sítt egna pláss, har føroyska gastronomiin verður umrødd.

Í ár verður ein serstøk útgáva við føroyskum burtur av. Faroe Best eitur hon, og verður givin út á gallatiltaki, 21. november.

Bent Christensen tók stig til Den danske spiseguide í 1978, og hann er framvegis redaktørur.

Hann ásannar, at føroysku matstovurnar hava gjørt ógvuliga stór framstig. Tó haltar framvegis við tí, ið verður etið omaná, heldur Bent Christensen.

Dessertin skal gerast við sama nærlagni sum høvuðsrætturin, ger hann vart við.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024