- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Malavi er eitt trygt land
11-11-2021
Sjálvt um nógvar náttúruvanlukkur raka landið, so er eingin yvirgangur ella annað tílíkt, sigur Sanna N. Djurhuus, sum skal búgva har í eitt ár.
Sanna Nolsøe Djurhuus hevur nógv at seta seg inn í, áðrenn hon seinni í vikuni fer til Malavi, har hon næstu 12 mánaðirnar skal arbeiða við einari ávaringarskipan, ið skal hjálpa, tá náttúruvanlukkur raka.
Tað er Reyði Krossur Føroyar, sum sendir Sonnu avstað, tí tað er umráðandi, at vit eisini gera okkara, tá tað snýr seg um veðurlagsbroytingarnar.
- Sanna fær nú vitan og kunnleika innan øki, sum avgjørt kunnu gerast viðkomandi her heima hjá okkum, sigur Bárður Atlason Ísheim, dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroyar
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024