Góðan morgun Føroyar

Ert tú ein opin bók?
16-11-2021
Tilflytarar til Føroya hava ofta trupult við at koma í samband við føroyingar, men nú verður skipað fyri tiltakið, har fólk fáa høvi til at práta.

Ert tú forvitin eftir at vita eitt sindur um tey fólk sum velja at flyta til Føroya, so hevur tú møguleikan at hitta nøkur teirra til kafé við heitinum 'Læn eina livandi bók', sum verður 26. november á býarbókasavninum í Havn.

- Ætlanin er, at fólk, sum koma á gátt, kunnu síggja eina skrá, og har velja sær eina livandi bók at kaga í eina løtu, sigur Fía Lindenskov, sum er integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, og leggur afturat, at fleiri tjóðskapir longu eru á skránni, men at tey kundu hugsað sær fleiri.

- Sum nú er, mangla vit nakrar av teimum tjóðskapum, sum eru best umboðaðir í Føroyum, so sum Filipsoyggjar, Bretland og Rumenia, og hesi kundu vit hugsað okkum at fáa við eisini.

Sylvia Magnussen er tilflytari til Føroya úr Meksiko, og tað er hon, sum er komin við hugskotinum um hesa kafé.

- Eg havi verið til fleiri slíkar, tá eg las 'kultur og sprogmøde studier' á RUC, og tað er so fríandi tá fólk kunnu fáa eina samrøðu í lag soleiðis. Kanska tosar man í 20 minuttir, og kanska tosar man leingi.

Ert tú tilflytari og hevur hug til at bjóða teg fram sum livandi bók, ber til at skriva til fial@torshavn.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024