- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sunneva tekur sær av teimum harðast raktu
23-11-2021
- Tá eg síggi ung fólk liggja so sjúk av koronu, ávirkar tað meg sálarliga, sigur Sunneva T. Magnussen, sjúkrarøktarfrøðingur á sjúkrahúsinum í Hvidovre.
- Tað ávirkar meg ógvuliga nógv, tá eg síggi ung fólk blíva álvarsliga sjúk.
Orðini eigur 30 ára gamla Sunneva Tausen Magnussen.
Hon arbeiðir á lungnadeildini á sjúkrahúsinum í Hvidovre, har teir harðast raktu koronusjúklingarnir verða innlagdir.
- Tað er ikki óvanligt, at tey avvarðandi gerast kløkk og fara beint at koppseta seg, tá tey síggja ein í familjuni, sum ikki vildi koppsetast, vera so álvarsliga sjúkur av koronu, sigur Sunneva Tausen Magnussen.
Í morgunsendingini fortelur hon um longu og strævnu arbeiðsdagarnar, sum hon og starvsfelagarnir hava havt, síðani korona breyt út fyri skjótt tveimum árum síðani.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024