Góðan morgun Føroyar

Ellivu ár við 'Sig frá'
25-11-2021
Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, og samstundis eru eisini 11 ár síðan 'Sig frá' verkætlanin sá dagsins ljós.

- At talið av kvinnum, sum venda sær til kvinnuhúsið, hækkar, merkir, at 'Sig frá' hevur havt eina ávirkan, og tað er gott, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, sum arbeiðir við kvinnunum, sum venda sær til Kvinnuhúsið.

Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum vísa, at aldurin á teimum, sum venda sær til Kvinnuhúsið lækkar, og at kvinnur ringja inn fyri at spyrja, um tað tær uppliva, man vera harðskapur.

Anna Katrin Matras stendur á odda fyri 'Sig frá' og eisini hon merkir, at hesi ymisku átøkini gera mun.

- Vit hava eina lýsingaherferð á hvørjum ári, sum setir fokus á ymisk øki innan harðskap móti kvinnum, og vit síggja avgjørt, at tað ávirkar, sigur Anna Katrin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024