Góðan morgun Føroyar

- Meiningin lá í gittarinum
25-11-2021
EP-útgávan, Crossing, snýr seg í stóran mun um at leggja tað gamla til viks og koma víðari

Ragnar Finnsson, sum í tónleikahøpi nevnist Horrse, er fyri stuttum komin aftur av ferð í Norra. Har hevur hann spælt sangir úr nýggju EP'ini, Crossing, og eisini verið við í fleiri norskum sendingum. Framførslan á norska TV2 sæst á hesum leinki.

- Næstu trý árini leggi eg alla orku í at etablera meg í tónleikinum, sigur Ragnar Finsson. Í fyrstu atløgu leggur hann dent á grannalondini.

Hann var níggju ára gamal, fyrstu ferð hann royndi seg á gittarinum. Tað kendist beinanveg rætt.

Ragnar Finsson treivst als ikki í skúlanum tá, tað hevur hann ongantíð gjørt, og tí var gittarin eitt slag av eini bjarging.

Fyrstu tíðina var hann als ikki áhugaður í nakrari frálæru. Hann spældi bara frítt og lærdi ljóðførið at kenna.

Í dag ásannar hann, at tað er ein framíhjárættur at vera uppvaksin í einum heimi, har tónleikurin fyllir so nógv.

Bæði mamman og pápin, Malan Thomsen og Finnur Hansen, hava verið virkin í tónleikinum alt tað Ragnar minnist.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024