Góðan morgun Føroyar

Nissuvinurin í Vági gevur børnum jólagávur
29-11-2021
Áhugin at lata gávur er ógvuliga stórur, sigur Magnus Pauli West, leiðari í Miðlatúni

Á jólum vilja vit fegin gleða tey, ið standa okkum nær.

Men hjá summum kann sperda fíggjarliga støðan gera, at jólini hava við sær stúran og strongd, tí ráðini ikki eru til at geva tað, tey kundu hugsað sær.

Hetta hava tey í Vágs kommunu gjørt nakað við. Í Miðaltúni í Vági stendur eitt serstakt jólatræ. Eitt sonevnt ynskitræ.

Tankin er, at fólk kunnu skriva dulnevnd til nissuvinin, um eitt barn, sum ynskir sær okkurt ávíst í jólagávu. Nissuvinurin setur so kyn, aldur og ynski á eitt hjarta, sum verður hongd á jólatræiði.

Síðani kunnu fólk, sum ynskja at hjálpa, fara inn í Miðlatún og taka eitt hjarta við upplýsing um aldur, kyn og ynski. Tey keypa barninum tað, sum ynskt er og lata síðan gávuna inn til Miðlatún.

Nissuvinurin heintar gávurnar í Miðlatúni og koyrir tað út til barnið, so tey fáa júst tað, tey ynsktu.

Tað er bara nissuvinurin, ið veit, hvørji børnini eru, sum hava ynskt sær nakað, sostatt er tað bert hann, ið veit, hvar gávurnar fara.

Alt verður gjørt í trúnaði og dulnevnt. Prísmarkið er 300 krónur.

Tú kanst vitja nissuvinin á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024