Góðan morgun Føroyar

Nissuvinurin í Vági gevur børnum jólagávur
29-11-2021
Áhugin at lata gávur er ógvuliga stórur, sigur Magnus Pauli West, leiðari í Miðlatúni

Á jólum vilja vit fegin gleða tey, ið standa okkum nær.

Men hjá summum kann sperda fíggjarliga støðan gera, at jólini hava við sær stúran og strongd, tí ráðini ikki eru til at geva tað, tey kundu hugsað sær.

Hetta hava tey í Vágs kommunu gjørt nakað við. Í Miðaltúni í Vági stendur eitt serstakt jólatræ. Eitt sonevnt ynskitræ.

Tankin er, at fólk kunnu skriva dulnevnd til nissuvinin, um eitt barn, sum ynskir sær okkurt ávíst í jólagávu. Nissuvinurin setur so kyn, aldur og ynski á eitt hjarta, sum verður hongd á jólatræiði.

Síðani kunnu fólk, sum ynskja at hjálpa, fara inn í Miðlatún og taka eitt hjarta við upplýsing um aldur, kyn og ynski. Tey keypa barninum tað, sum ynskt er og lata síðan gávuna inn til Miðlatún.

Nissuvinurin heintar gávurnar í Miðlatúni og koyrir tað út til barnið, so tey fáa júst tað, tey ynsktu.

Tað er bara nissuvinurin, ið veit, hvørji børnini eru, sum hava ynskt sær nakað, sostatt er tað bert hann, ið veit, hvar gávurnar fara.

Alt verður gjørt í trúnaði og dulnevnt. Prísmarkið er 300 krónur.

Tú kanst vitja nissuvinin á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024