Góðan morgun Føroyar

Tummas er ársins eldsál
30-11-2021
- Føroyingar duga bæði at dansa og syngja, og tí eru føroyskar veitslur aloftast góðar, sigur Tummas Láadal, sum sambært ferðavinnuni er ársins eldsál.

- Her er gott at vera, og mær dámar væl at fyrireika og hava tær heilt stóru veitslurnar.

Soleiðis sigur Tummas Láadal, sum í meir enn 30 ár hevur arbeitt sum tænari og matstovustjóri á Hotel Føroyum.

Tá stórir føðingardagar, brúdleyp og aðrar veitslur skulu haldast, er tað aloftast Tummas Láadal, sum stendur fyri veitslunum og syrgir fyri, at alt gongur, soleiðis sum tað skal.

Herfyri bleiv Tummas Láadal valdur at vera ársins eldsál í føroysku ferðavinnuni. Heiðurin fær hann fyri at hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi áhuga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Í morgunsendingini fortelur Tummas Láadal um yrkisleið sína og um føroyingar í veitslulagi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024