Góðan morgun Føroyar

Teimum tørvar eina hjálpandi hond
30-11-2021
Alzheimerfelagið kemur í dag við einum merki, sum kann vísa umheiminum á, um onkur við demensi hevur brúk fyri hjálp

Merkið hevur fingið navnið 'Ein hjálpandi hond', ið er eitt sjálvboðið hjálparmerki, sum fólk við demensi kunnu nýta, tá tey ferðast í almenna rúminum.

- Tey, ið eru rakt av demensi, eru samstundis partur av samfelagnum, og tey hava sín gerandisdag millum okkum onnur. Men tað kann vera trupult hjá øðrum at síggja, at hesi hava tørv á einari hjálpandi hond, sigur Ann Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum.

- Summi gerast ørkymlað, tí tey ikki finna heim, meðan onnur hava brúk fyri einum sindri av toli, tá tey til dømis skulu nýta gjaldskort í einum handli. Nú hava tey møguleika at seta eina brosju á jakkan ella eitt klistrimerki á gjaldskortið, sum sigur umheiminum, hvørjari støðu tey eru í, leggur hon afturat.

Sigrun Mohr er avvarandi hjá demensraktum, og eisini tey taka væl ímóti hesum merki, tí tey merkja avgjørt, at tørvur er á, at fólk við demensi gerast meira sjónlig í samfelagnum.

- Summi fólk við demensi hava lyndi til at fara út, og kanska villast, so um tú hittir ein persón við hesum merki, kanst tú fara til teirra og spyrja, um tey hava tørv á einari hjálpandi hond.

Tey, sum ynskja at fáa eitt tílíkt merki, kunnu venda sær til Alzheimerfelagið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024