Góðan morgun Føroyar

- Koronudeildin krevur nógv av okkum
01-12-2021
Nógvir yvirtímar og eykavaktir ávirka gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða á koronudeildini.

Hóast tað ikki eru alarmerandi nógv, sum eru smittað júst nú, so eru tey, sum arbeiða á koronudeildini, longu undir trýsti.

Bara fyri at henda deildin skal eksistera krevst, at sjúkrarøktarfrøðingar verða tiknir av øðrum deildum. Harafturat kann ein sjúkrarøktarfrøðingur á koronudeildini ikki vera um eins nógvar sjúklingar sum vanligt, tí at taka sær av koronusjúklingum er sera krevnjandi. Bara at lata seg í og úr verndarútgerðini tekur tíð.

Rannvá Hansen og Gunnrið Joensen eru sjúkrarøktarfrøðingar og starvast á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum. Vanliga arbeiða tær á hjarta- og lungadeildini B8.

Koronudeildin var ikki meir enn pakkað niður, tá aftur var brúk fyri deildini, tí triðja bylgja av koronu av álvara breyt út í seinnu helvt av oktober mánaði.

- Hetta er upp á nógvar mátar strævið, tí bara at hava deildina opna krevur eini 10 starvsfólk. Og tað merkir, at starvsfólk mugu takast av øðrum deildum, fyri at kunna manna koronudeildina, siga Rannvá Hansen og Gunnrið Joensen.

- Vit arbeiða nógv yvir og taka eyka vaktir fyri at fáa koronudeildina at hanga saman, sigur Rannvá Hansen.

Hesa tíðina, tær hava arbeitt á koronudeildini, hava tær sæð nógvar ymiskar sjúklingar.

- Tey, sum verða innløgd, hava aloftast tørv á hjálp við at fáa luft. Vit hava havt fólk, sum eru 18 ár og heilt upp í eini 100 ár, men vit síggja greitt, at tað eru tey, sum ikki eru koppsett, sum blíva harðast rakt, sigur Gunnrið Joensen og heldur fram:

- Eg eri ikki bangin fyri koronu, men tá mann hevur sæð tað, sum vit síggja her, so fær mann veruliga virðing fyri einum slíkum virus, sigur Gunnrið Joensen.

Morgunsendingin vitjaði á koronudeildini tann 30.november 2021.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024