Góðan morgun Føroyar

Klárar tú 200 metrar?
06-12-2021
Fyri at kunna kalla teg svimjara, skalt tú orka at svimja 200 metrar uttan steðg og uttan hjálp. Nú ber til at royna seg og fáa eina nál fyri ómakin.

Sjálvt um flestu føroyingar hava lært at svimja, so er lang ímillum tøkini hjá nógvum, og tað er hetta, Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, fegin vil varpa ljós á við einum svimjiførleikaátaki, tey eru farin undir.

- Tey siga, at lærir tú at súkkla, so gloymir tú tað aftur. Tað sama kann fyri sovítt sigast um at svimja, men munurin er bara, at um tú ikki ert í hampuligum formi, so orkar tú ikki at svimja. Tí bjóða vit føroyingum at royna seg og svimja 200 metrar, og klára tey tað, so fáa tey eina nál afturfyri.

Tann fyrsti at royna seg við teimum 200 metrunum var løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum hevur svomið síðan hann var smádrongur í høllini í Vestmanna, men hann var eitt sindur pøstur, tá hann kom á mál.

- Eg má staðfesta, at tað er ikki tað sama at svimja 200 metrar, sum tað er at renna teir, segði løgmaður áðrenn fyrsta nálin varð handað honum.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024