- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
At útisetar senda jólaheilsanir í útvarpinum er rættiliga gamal siður.
Føroyingar í Danmark byrjaðu at senda jólaheilsanir heim til Føroya um Kalundborg radio longu í 1930'unum.
Summi væntaðu, at siðurin at senda jólaheilsanir fór at enda, tá útvarpið byrjaði at senda í 1957, men so bleiv ikki.
Gamaní eru tær ikki eins nógvar og fyrr, men framvegis er tað fyri fleiri ein heilt serstøk og fjálg løta, tá jólaheilsanirnar ljóma úr lurtinum.
Mong eru tey, sum næstan ikki duga at imynda sær eini jól uttan jólaheilsanir frá útisetum.
Men heilsanirnar úr Keypmannahavn eru í vanda í ár. Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum sigur, at heilsanir vanliga plaga at verða tiknar upp, tá jólahaldið er í húsinum.
Hesa ferð var haldið avlýst og annar dagur ásettur, tá jólaheilsanir skuldu lesast.
Av onkrari orsøk tykist tann boðskapurin ikki at vera komin væl út, ti bara ein persónur teknaði seg.
Nú ger Føroyahúsið tó eina nýggja roynd.
Sunnudagin 12. desember verða fólk boðin í Føroyahúsið at bera sínar jólaheilsanir.
Áhugað verða biðin um at senda teldubræv til info@fohus.dk ella ringja á telefon 28 35 33 07 og tekna seg.