Góðan morgun Føroyar

Lívið er kollvelt
09-12-2021
- Eg føldi, eg var í ferð við at doyggja. Og ja, eg var bangin, sigur Pól Sundskarð, sum tann 13. oktober 2021 kom illa fyri á einum av mongu gongutúrunum í fjøllunum.

Seinastu árini hevur Pól Sundskarð javnan verið at sæð og hoyrt í miðlunum.

Síðani 2004 hevur hann gjørt fleiri ítróttalig brøgd. Pól Sundskarð hevur millum annað runnið sjey maraton í seks dagar, gjøgnumført spartlaton í Grikkalandi, sum er ein teinur á 246 kilometrar, og so hevur hann runnið frá týska landamarkinum og upp til Skagen.

Pól hevur eisini um nakar gingið nógvar túrar í føroysku fjøllunum, og hann hevur meir enn einaferð verið á teimum 340 fjallatindunum í Føroyum.

Men mikudagin tann 13. oktober 2021 mundi gingið heilt galið. So mikið galið, at spurningurin er, um Pól Sundskarð nakrantíð aftur verður førur fyri at koma upp á ein fjallatind.

Á myndini sæst, hvar Pól Sundskarð datt tann 13. oktober 2021.

Í morgunsendingini fortelur Pól Sundskarð um lagnudagin 13. oktober 2021.

Myndin vísir, hvar Pól Sundskarð var til gongu.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024