Góðan morgun Føroyar

Forritið er ov gamalt
21-12-2021
Orsøkin, til at orðið, sammóðir, ikki er í Móðurmálsorðabókini, er tøknilig, sigur ritstjórin, Jógvan í Lon Jacobsen

Ársins orð er sammóðir, men um hugt verður í orðabøkurnar á heimasíðuni, sprotin.fo, er orðið ikki at finna í øllum orðabókum. Til dømis er orðið ikki komið í móðurmálsorðabókina á netinum. Orsøkin er tøknilig, sigur ritstjórin á orðabókini.

Fleiri hava gjørt vart við, at sammóðir, sum er ársins orð, ikki er finna á Sprotanum. Tað er tó ikki heilt rætt, tí orðið er í summum av orðabókunum, sum liggja á heimasíðuni sprotin.fo. Eitt nú í orðabókunum, sum Sprotin eigur. Tær orðabøkurnar eru FO-EN, EN-FO og DK-FO.

Hinvegin er orðið ikki at finna í FØ-FØ ella móðurmálsorðabókini, sum orðabókagrunnurin hevur ábyrgdina av. Ritstjóri á móðurmálsorðabókini er Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum, og hann sigur, at orsøkina finna vit í orðabókaforritinum.

Nýtt forrit á veg

Sprotin.fo er ein orðabókaportalur, har allar orðabøkurnar eru savnaðar á einum og sama stað.

Har eru bæði ymiskir eigarar og ymisk tøkni knýtt at ymsu orðabókunum, og tí kunnu brúkarar uppliva, at summar orðabøkur hava ávís orð, meðan aðrar ikki hava tey á netinum. Og tað er sostatt tað, sum ger seg galdandi við til dømis orðinum, sammmóðir.

Men arbeiðið við at dagføra orðabókaforritið í Móðurmálsorðabókini er í gongd, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, ritstjóri á Móðurmálsorðabókini.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024