- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sangur í dýpinum
23-12-2021
Undir nýggju litføgru ljósunum niðast í Vágatunlinum hoyrast stundum tónar frá ambulansustarvsfólkum, sum eru á veg heim
- Klangurin er heilt serstakur her í okkara studio, sum nú er pyntað við nýggjum ljósum, sigur Ragnar Jacobsen, sum er annar av teimum báðum ambulansumonnunum, sum syngja undir havsins botni.
Bæði honum og Tróndi Niclasen dámar væl at syngja, tá teir koyra sjúkrabilin, og tí steðgaðu teir eina náttina og royndu akkustikkin í tunlinum, og haðan var ikki langt til hugskotið við fyrsta videobrotinum, ið varð lagt á facebook.
Í dag hava teir so ein nýggjan sang at framføra, sum eisini er at finna á facebook síðuni hjá Góðan Morgun Føroyar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024