Góðan morgun Føroyar

Veðurlagsbroytingarnar eru longu her
12-01-2022
FNU heitir á Landsstýrið um at taka veðurlagsbroytingarnar veruliga í álvara og seta ferð á grøna orkuskiftið

- Líka ræðandi, sum tað var seinasta juli at síggja áarførið í Týskalandi, líka órógvandi var tað um nýggjárið at síggja herviliga regnið í Dali.

Tað er vísindaliga staðfest, at hitin á jørðini økist og orsøkin er útlátið av vakstrarhúsgassum, serliga CO2. Av hesum hitnar atmosferan, og jú heitari verður, jú meira vætu kann atmosferan rúma.

Vit fara tí at fáa ikki bara at fáa meira regn og meira vind, men eisini meira ógvusligt regn og ógvusligan vind.

Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, vatn er allastaðni rundan um okkum, so hetta er nakað, sum vit kunnu vænta serliga fer at raka okkum.

Soleiðis skrivar FNU á sínum facebook-vanga.

Morgunsendingin skiftir orð við Jón Kragesteen, formann í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024