Góðan morgun Føroyar

Hevur Margretu drotning sum næming
14-01-2022
- Løturnar saman við drotningini eru altíð góðar og hugnaligar, sigur Lisbeth S. Michelsen, sum síðani 1984 hevur hjálpt drotningini at skriva røður á føroyskum.

Tá Margreta drotning 2. vitjar í Føroyum, er vanligt, at hon heldur røður. Til døgurðan, har drotningin er vertur, plagar ein partur av røðuni so at siga altíð at vera á føroyskum.

Og tað er júst har, at Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, kemur inn í myndina. Tí Lisbeth hjálpir drotningini at skriva føroyska partin av røðuni.

- Fyrstu ferð, eg skuldi hjálpa henni við at skriva røðu í 1984, minnist eg, hvussu tað var, tá vit báðar stóðu inni á kontóri hennara. Eingin okkara segði nakað, men so hugsaði eg, at nú var hon í roynd og veru mín næmingur og eg hennara lærari, so eg breyt tøgnina og segði "jeg synes, vi skal tage og sætte os", heldur Lisbeth Solmunde Michelsen skemtiliga fyri.

Aloftast brúkar Lisbeth Solmunde Michelsen nakrar dagar saman við drotningini, tá røðan skal skrivast.
- Vanliga sita vit á eitt nú Amalienborg, Fredensborg slotti ella á Marselisborg slotti. Tað plagar at vera frá klokkan 10 um morgunin, og so halda vit fram til umleið klokkan 16. Drotningin er ein gløgg kvinna, sum hevur nógv áhugamál, so tí eru tær løturnar altíð hugnaligar og áhugaverdar, sigur Lisbeth Solmunde Michelsen.

Tá fólk hoyra drotningina halda røður á føroyskum, eru tað ofta fleiri, sum halda, at drotningin dugir føroyskt. Men so er ikki.

- Drotningin skilir nokkso væl føroyskt, men hon dugir ikki føroyskt, sigur Lisbeth Solmunde Michelsen, sum øll hesi árini hevur lært drotningina rættiliga væl at kenna.

- Eg sigi De við hana, og hon nevnir meg við fornavni og eftirnavni. Men vit eru blivnar so mikið væl, at vit geva hvørji aðrari gávur, skriva brøv og senda jólakort, sigur Lisbeth Solmunde Michelsen.

Í morgunsendingini fortelur Lisbeth Solmunde Michelsen um uppgávuna at skriva føroyskar røður saman við drotningini, sum hon hevur gjørt síðani 1984.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024