Góðan morgun Føroyar

Skála skúli hart raktur av koronu
20-01-2022
Bara níggju av 75 næmingum vóru í skúla fyrradagin, tí koronufarsóttin ger um seg á Skála.

Á Skála eru nógvar familjur raktar av koronu.

Fyrr í vikuni vóru bara níggju næmingar í Skála skúla. Vanliga er talið 75.

- Ómetaliga nógv eru sjúk, og so eru tað eisini tey, sum sita í sóttarhaldi, tí onkur í húsinum hevur koronu, sigur Nomi Jacobsen, sum er skúlaleiðari í Skála skúla.

Við so fáum næmingum ber illa til at halda seg til vanligu tímatalvurnar.

- Tað hava vit prøvað, og tað riggaði ikki serliga væl, so vit hava gjørt ymiskt annað. Eitt nú hava vit býtt okkum í bólkar. Nøkur hava sitið og seymað innkeypsposar úr gardinum, meðan onnur hava hjálpt til við at pakka vøru í handlinum og síðani borið tað út í húsini, har tey hava koronu og ikki sleppa til handils, fortelur Nomi Jacobsen.

Av tí at ein so stórur partur av bygdini er sjúkur júst nú, roknar Nomi Jacobsen við, at næsta vika fer at verða meira vanlig, tí tá kunnu tey flestu koma út aftur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024