Góðan morgun Føroyar

Emma seymar klæðir til ov tíðliga fødd børn
25-01-2022
- Sjálvandi skulu børn, sum eru fødd ov tíðliga, vera í fittum, góðum klæðum og ikki bara dukkuklæðum, sigur Emma Petersen.

Hvørt ár verða millum 22 og 27 børn fødd ov tíðliga á Landssjúkrahúsinum.

Hesi børninin brúka klædnastøddir, sum eru næstan ómøguligar at finna í Føroyum - heilt niður í stødd 36.

Hesi smáu børnini skulu sjálvandi eisini hava fitt klæðir, heldur Emma Petersen úr Saltangará, sum hevur fingið hugskotið at seyma og lata klæðir til ov tíðliga fødd børn.

- Eg plagi at seyma barnaklæðir, men eg havi lagt til merkis og eri blivin gjørd varug við, at tað mangla klæðir til børn, sum eru fødd ov tíðliga og tískil ikki passa eitt nú stødd 50, sum ofta er minsta støddin at finna í Føroyum, sigur Emma Petersen.

Í sambandi við verkætlanina at lata føðideildini á Landssjúkrahúsinum klæðir til ov tíðliga fødd børn hevur Emma Petersen stovna eina síðu á Facebook, har til ber hjá fólki at stuðla verkætlanini. Síðan eitur "Innsavnan til føðideildina".

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024