Góðan morgun Føroyar

Podvarp: Hvør slatraði fyri Gestapo?
27-01-2022
Dagbókin hjá Onnu Frank er ein tann kendasta holocaust-søgan, ið er til. Hvør var Anna Frank, og hvør slatraði fyri Gestapo? Tað greiðir Rólant í Skorni frá í hesum podvarpi.

15 ára gamla Anna Frank og familja hennara vóru handtikin 4. august 1944. Tey høvdu krógvað seg fyri nasistunum í eini loyniíbúð í hollendska býnum Amsterdam í tvey ár, men tíðliga um morgunin henda dagin hevði onkur ringt til Gestapo og smettað fyri teimum, hvar Anna Frank og aðrir jødar krógvaðu seg.

Sama dag brutu nasistarnir, við SS-Oberscharführer Karl Silberbauer á odda, inn í loyniligu íbúðina. Anna, pápi hennara Otto, mamman Edith, eldra systurin Margot og hinir jødarnir, ið krógvaðu seg í íbúðini, vóru handtikin. 

 

Anna Frank var 15 ár, tá ið hon var handtikin og send til Auschwitz.

 

SS-Oberscharführer Karl Silberbauer, ið stóð á odda fyri handtøkuni av Onnu Frank

 

Stutt eftir handtøkuna vóru Anna og allir hinir jødarnir sendir til týningarleguna Auschwitz-Birkenau og seinni til Bergen Belsen, har fyrst mamman, siðani Margot og so til seinast Anna doyðu av tyfus í februar 1945. Pápin Otto var tann einasti av teimum, ið yvirlivdi, og tað var hann, ið gav út dagbókina hjá Onnu Frank í 1947.

 

Dagbókin hjá Onnu Frank

 

Men eitt, sum líka síðani hevur verið ein gáta, er, hvør slatraði fyri Karl Silberbauer? Hvør ringdi til Gestapo og segði honum, hvar Anna og tey krógvaðu seg?

Fyri stuttum kunngjørdi eitt lið av altjóða granskarum, at tey høvdu loyst gátuna. Tað var jødin Arnold Van Der Bergh, sum slatraði. Men er tað nú satt?

Hvør var Anna Frank? Hvat er hennara søga? Hví smettaði fyri nasistunum? Hvat er so serligt og áhugavert við dagbókini? 

Lurta eftir hesum podvarpi, har Rólant í Skorini greiðir frá. 

 

Húsini, har Anna Frank krógvaði seg fyri nasistunum. Húsini eru í dag eitt savn til minnis um Onnu Frank og holocaust.

 

Tað var í einum húsum aftan fyri høvuðshúsini, at pápi Onnu, Otto, hevði gjørt eina íbúð, har tey kundu krógva seg fyri nasistunum.

 

Ein bókahill fjaldi inngongdina til íbúðina. 

 

Soleiðis sóu húsini út aftanfyri. Tað var í teimum ovastu hæddunum, at jødarnir krógvaðu seg. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024