Góðan morgun Føroyar

Samleikin hevur rundað eina mió. avgreiðslur
09-02-2022
Samleikin kann brúkast til nógvar talgildar tænastur, og tað eru nú gott 33.000 fólk, ið hava Samleikan

Samleikin, sum hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðani oktober 2020 hevur nú rundað 1 mió. avgreiðslur. Tað eru gott 33.000 fólk, ið hava Samleikan. Í miðal er hetta 33 innritanir fyri hvønn brúkara.

Samleikin kann brúkast til talgildar tænastur hjá 19 ymiskum fyritøkum, stovnum og kommunum. Um stutta tíð fara føroysku peningastovnarnir eisini at brúka Samleikan til netbankarnar.

Durita Hansen, samskiftisfólk hjá Talgildu Føroyum fegnast um, at føroyingar hava tikið Samleikan til sín. Hon roknar við, at enn fleiri fara at fáa sær samleikan, tí alsamt fleiri tænastur verða tøkar við Samleikanum. Við Samleikanum brúkar tú sama loyniorð til at rita inn á allar tænastur.

Samleikin verður mest brúktur til Vangan. Á Vanganum eru fleiri tænastur hjá kommunum og almennum stovnum, m.a. MínBoks.

Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari á Vanganum, greiðir frá arbeiðnum at menna Vangan. Fleiri tænastur fara at koma á Vangan í ár, samstundis sum at fleiri fyritøkur fara at brúka Samleikan til innritan í ár.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024