Góðan morgun Føroyar

TV2-journalisturin aftan fyri "Druknet": Hvar vóru føroysku miðlarnir?
22-04-2022
- Tá eg kom til Føroya, var tað sum at traðka á oyðimold, tí eingin gav hesum máli ans, sigur Anders Lomholt, sum hevur gjørt dokumentarin "Druknet" um Hvannasundsmálið.

Hví varð 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin druknað við byrgingina í Hvannasundi í 2012?

Tann spurningurin hevur verið afturvendandi hjá mongum seinastu 10 árini.

Ikki bara millum avvarðandi og løgregluna, sum í tveimum førum gravaði málið fram aftur.

Tí eisini TV2 hevur granskað í málinum í trý ár, og úrslitið er dokumentarrøðin "Druknet", sum varð send í TV2 og Kringvarpinum í gjárkvøldið.

Føroysku miðlarnir manglaðu

Men spyrt tú ein av berandi kreftunum aftan fyri TV2-dokumentarin "Druknet", so mangla nakrir aktørar - føroysku miðlarnir.

- Tá eg kom til Føroya, var tað sum at traðka á oyðimold, tí eingin gav hesum máli ans, sigur Anders Lomholt, journalistur og vertur í dokumentarrøðini.

Hann leggur afturat: 

 - Jú, fólk, serliga norðanfyri, kendu søguna, og tey royndu at finna útav, hvat vendi upp og niður; men miðlarnir høvdu næstan ikki nortið við søguna – einans á einum grunnum tíðindagrundarlagi.

Sonevnda Hvannasundsmálið hevur sambært journalistinum alt tað, ein góð journalistisk søga skal hava.

 - Ein slík søga hevði í Danmark fingið fullan dekning í bløðum, útvarpi og sjónvarpi. Ivaleyst høvdu fleiri sendingar verið gjørdar og longri greinar skrivaðar; men tá vit komu til Føroya, funnu vit einki tilfar um málið, og eingin hevði tosað við tey avvarðandi, sigur Anders Lomholt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024