Góðan morgun Føroyar

Terji fingið hægstu trygdarútbúgvingina
22-04-2022
Trygdarovastin í Fótbóltssambandinum, Terji Nielsen, er millum tey bara 25 fólkini í danska ríkinum, sum hava heilt serstøku útbúgvingina í trygd.

Tá Fótbóltssamband Føroya skipar fyri landsdystum og øðrum stórum tiltøkum, er trygdin av alstórum týdningi.

Tí hevur trygdarovastin í Fótbóltssambandi Føroya, Terji Nielsen, nú fingið ta hægstu útbúgvingina av sínum slagi í norðurlondum - trygdarovasti A+.

Talan er um eina lutfallsliga nýggja útbúgving, og í danska kongaríkinum eru bara 25 fólk, sum hava hana. Terji Nielsen er tann einasti í Føroyum, ið hevur útbúgvingina, sum fyrst og fremst er ætlað at brúka í fótbóltshøpi.

- Hetta snýr seg um trygd í sambandi við alt tað, sum hendir áðrenn, ímeðan og aftan á ein fótbóltsdyst ella onnur tiltøk, tá nógv fólk savnast. Hvussu tú kanst fyribyrgja møguligar vandastøður, og hvussu tú so handfer eina slíka støðu, um hon hendir, sigur Terji Nielsen.

Í morgunsendingini greiðir Terji Nielsen frá útbúgvingini og stórum fótbóltsdystum, tá hann hevur evstu ábyrgd fyri trygdini.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024