- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Narniaskápið hjá Píl
27-04-2022
Í útvið hundrað ár hevur klekingarmaskinan á Villingardalsvegnum verið virkin, og í løtuni er fult av gásarungum
Flestu mánaðarnar í árinum er skápið bara eitt skáp, men tá várar, byrjar tað at larma, og skuffur og hillar fáa eitt innihald, sum ikki líkist tí, í øðrum skápum.
Tá fer gamla klekimaskinan í gongd við at gera tað, sum hon hevur gjørt, alt tað Píl Reinert minnist. Eggini fara í, og úr koma teir bleytastu høsnar- dunnu- og gásarungarnir.
- Summir fuglar duga als ikki at hava egg og ungar, og tí verður maskinan nýtt í staðin, sigur Píl, sum í løtuni hevur gásaregg og -ungar í maskinuni.
Abbin keypti maskinuna tí hann hevði nógvan flogfenað, og sjálvt um Píl og tey ikki gera eins nógv við tað nú, so er klekingarmaskinan virkin á hvørjum ári.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024