Góðan morgun Føroyar

Endiliga sleppa tey at syngja aftur
29-04-2022
Trý ár eru liðin, síðan kórfestivalur seinast varð hildin, og um vikuskifti hittast fleiri hundrað kórsangarar í Norðurlandahúsinum.

Eingin ivi er um, at koronatíðin er farin illa við kórsanginum, tí júst hetta ítriv hevur ligið meira ella minni stilt í tvey ár. Tað er Leif Hansen, nevndarlimur í kórsambandi Føroya, sannførdur um.

- Fleiri eru allarhelst farin undir at gera okkurt annað í staðin, og støðið sum heild kann vera lækkað, tí fólk ikki eru sloppin at syngja saman. Men hetta avspeglar tíbetur ikki luttøkuna til kórfestivalin, tí 12 kór hava boðað frá, at tey koma við.

Umframt at vera kórstevna við felagsvenjingum, felagskóri og konsert, so er festivalurin eisini skipaður sum ein kapping, har tríggjar virðislønir verða lætnar, umframt at áhoyrararnir sleppa at lata eina virðisløn til tað kór, teimum dámar best.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin kl 16.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024