Góðan morgun Føroyar

Føroyingar við í stórari danskari fiskikapping
29-04-2022
- Vit ætla at hava fyrsta plássið leygardagin, og so koma vit 120.000 krónur ríkari heim, sigur Árni Müller, sum er við í Trolling Master Bornholm 2022

Trolling Master Bornholm 2022 eitur árliga, stóra fiskikappingin á Bornholm, sum byrjaði mikudagin í hesi viku og endar leygardagin.

Hetta er ein kapping, har vinnarin er tann, sum før størsta fiskin.

Tilsamans 319 bátar eru við í kappingini, og luttakararnir eru frá seks ymiskum londum - harímillum Føroyum.

Klaksvíkingurin, Árni Müller, er saman við fýra øðrum monnum farin til Bornholm við 20-tonsaranum, Jaws, at luttaka í kappingini.

Hóast árliga kappingin á Bornholm byrjaði í 2005, er hetta fyrstu ferð, at menninir umborð á Jaws eru við.

- Vit plaga javnan at síggjast og hugna okkum saman, og tá ein okkara kom við hesum hugskotinum at luttaka í donsku fiskikappingini, tá vóru vit skjótir at boða frá luttøku, sigur Árni Müller.

Kappingin byrjaði mikudagin, men enn hevur ikki gingist føroysku fiskimonnunum serliga væl.

- Her hevur verið sera lítið at fingið, og vit eru ein av teimum bátunum, sum ikki hava fingið nakran fisk enn. So vit venja enn, og vit ætla at hava fyrsta plássið leygardagin, og so koma vit 120.000 krónur ríkari heim, heldur Árni Müller skemtiliga fyri.

Fiskað verður frá morgni til myrkurs, og føroyingarnir hava leigað sær summarhús at vera í, tá teir ikki eru úti í bátinum.

- Vit hugna okkum óført og hava tikið nóg mikið av ymiskum føroyskum mati við okkum til henda túrin, sigur Árni Müller, sum sigur, at seinastu dagarnir hava verið so mikið hugnaligir og góðir, at ikki er óhugsandi, at fiskikappingin á Bornholm fer at verða føst siðvenja hjá teimum fimm monnunum úrKklaksvík og av Viðareiði.

- Eg eri stórliga bangin fyri tí. Láturmusklarnir um búkin eru strammaðir alvorliga hesar dagarnar, heldur Árni Müller skemtiliga fyri.

Í morgunsendingini greiðir Árni Müller frá fiskikappingini á Bornholm og føroysku luttøkuni.

 




Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Haruveiða, veðrið, Basel, Landsverk, fund í Hvalba
02-12-2024
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024
Veðrið, RFF, kapping, Marius DC
22-11-2024
Veðrið, svik á netinum, Beinir, ung lesandi
21-11-2024
Veðrið, jólakort og svøvntrupulleikar
20-11-2024
Veðrið, koronakanning, krypto, mansdagur, fiktión í kvf
19-11-2024
Haruveiða, veðrið, Flowcore, ársins ferðavinnufólk
18-11-2024
Veðrið, kapping, Snældan 75 ár
15-11-2024
Hoyr alla sendingina
14-11-2024
Veðrið, nýggjur fótbóltssangur og inniluft
13-11-2024