Góðan morgun Føroyar

Føroyingur broytt fatanina av jarðfrøðini á Mars.
03-05-2022
Jarðfrøðingar vóru sannførdir, at Perseverance koyrdi í einum fyrndargomlum ósa, men so var ikki. Tólið, PIXL, sum føroyingurin hevur verið við at ment, vísti nakað annað.

Tað var í februar síðsta ár, at rovarin Perseverance lendi á gongustjørnuni Mars, har hann skuldi kanna, um tað einaferð í fyrndini hevur verið lív.

Rúmdarbilurin varð settur av í Jezerogosholinum, har mett verður, at tað einaferð í fyrndini hevur verið eitt stórt vatn.

Tá ið fyrstu myndirnar komu frá rovarnum, vísti tær eitt øki, sum minti rættliga nógv um økir her á jørðini, har tað einaferð hevur verið eitt vatn og har legugrýti hevur lagt seg á botnin. Tí vóru astrojarðfrøðingarnir sannførdir um, at rovarin var lendir mitt í einum ósa.

Men so fóru tey at skanna økið við PIXL skanningatólinum, og tey úrslitini vísti nakað heilt annað.

Hoyr Dávid Arge Klevang Petersen greiða frá, hvussu tað hevur gingið á Mars tað seinasta árið og hvussu hetta tólið, PIXL, sum hann hevur verið við til at ment, hevur vent alt á høvdið á Mars.

Lurta eftir sendingini um Mars og Perseverance

Hoyr, tá ið tey tóku tær fyrstu kjarnuroyndirnar á Mars

Hetta fjallið vóru jarðfrøðingar sannførdir um, var bygt upp á legugrýti, sum hevur lagt seg í løgum. Men so er ikki. PIXL vísir nakað annað. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH/ASU)

 

Minnir um ein vanliga hamara, sum sæst í fjøllunum her í Føroyum. Skanningar frá PIXL vísa, at fjallið er úr basalt, eins og her í Føroyum (Mynd: NASA/JPL-CALTECH/ASU)

 

PIXL, skanningartólið, er fest í endan av robotarminum á Perseverance. (Mynd: NASA/JPL-CALTECH/ASU)

 

Nærmynd av PIXL, skanningartólinum, sum David Arge Klevang Petersen hevur verið við til at ment (NASA/JPL-CALTECH/ASU)

 

Soleiðis verður ímynda, at Jezero gosholið einaferð í fyrndini hevur sæð út. Ein á hevur runnið í vatnið og ein á hevur runnið úr vatninum. 

 

Fylgisveinamyndir vísa tíðiliga farvegin eftir ánni, sum einaferð hevur runnið inn í tað stóra vatnið. Tað er í ósanum, at mett verður, at tað einaferð hava verið líkindi fyri, at lív hevur trivist (NASA/JPL-CALTECH/ASU)

 

Fylgisveinamynd, har tað sæst, at vatn einaferð hevur runnið (Mynd: NASA/JPL-CALTECH/ASU)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024