Góðan morgun Føroyar

Yvir 20.000.000 fólk í Beijing skulu hvønn dag kannast fyri Covid-19
04-05-2022
Tað sigur Sigmund Isfeld, føroyski sendimaðurin í Kina, nú Koronu er farið at gera um seg í landinum.

- Hvønn dag skulu øll fólk í Bejing kannast fyri Covid-19, sigur Sigmund.

Hetta er galdandi fyri øll fólk eldri enn 3 ár og talan er um yvir 20 milliónir fólk, sum hvønn dagin sum skulu taka ein PCR test.

 

Skalt tú út at keypa ella bara ein túr í býin, so mást tú hava eina PCR test sum ikki er eldri enn 24 tímar. (Mynd: Global Media)

 

Sigmund sigur, at í mun til stórbýin Shanghai, har øll fólk hava fingið forboð at ganga út, hava tey ikki givið somu boð í Beijing, men heldur læst teir býarpartar har smittan ger um seg.

- Tað vóru einans 53 staðfest smittað seinasta samdøgnið, sigur Sigmund, men Kina hevur eina sera stranga nullhugsjón í samband við Covid-19.

Boðini frá landsins leiðslu eru, at onki Covid-19 skal verða í landinum.

Í Beijing eru handlar, matstovur og skúlar stongdir, meðan matvøruhandlar enn hava opið.

- Vit hava keypt eina frystuboks, um tað skuldi hent, at øll vóru biðum um at halda seg heima og fingu forboð at fara út, so hava vit mat til 2-3 vikur, sigur Sigmund Isfeld, føroyski sendimaðurin í Beijing.

Lurta eftir samrøðuni við Sigmund Isfeld.

 

Sigmundur Isfeld, føroyski sendimaðurin í Kina, greiddi frá støðuni í Beijing í sendingini Góðan Morgun Føroyar (Mynd: KvF.fo)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024