Góðan morgun Føroyar

100 ár síðani at fyrsti bilurin kom til landið
04-05-2022
Svart av fólkið var komið saman niðri á Kongabrúnni at forvitnast 6. mai 1922, tí tey høvdu frætt, at ein bilur var umborð á DFDS-skipinum S/S Island.

Tað var sum á Ólavsøku á Kongabrúnni. Tað hevði staðið í bløðunum og fólk høvdu í fleiri dagar tosað um, at við DFDS-skipinum S/S Island skuldi ein bilur verða við. Tann fyrsti bilurin í Føroyum. 

Tað vóru havnarmennirnir Júst Sivertsen og Jóhannes Olsen, sum høvdu keyot bilin gjøgnum maskinverkstaðin hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen.

Lurta eftir Helga Jacobsen, rithøvund, greiða frá, tá fyrsti bilurin kom til landið fyri 100 árum síðani. 

Fyrsti bilurin, sum kom til Føroya, Ford T lastbilurin hjá Júst Sivertsen og Jóhannes Olsen. Her er Júst Sivertsen á Tinghúsvegnum (Kelda: Fyrsti Bilurin 100 ár, Mynd: Meinhard Arge)

 

Hannes Olsen við róðrið og Júst við síðuna av uppi á Sanatoriinum við fyrsta bilinum. Sjúklingar sita í lastini (Kelda: Fyrsti Bilurin 100 ár, Mynd: Meinhard Arge)

 

Sanatoriuvegurin og brúgvin frá Niels Finsensgøtu yvir í Hoydalsvein nakað oman fyri Sjónleikarahúsið. Sanatoriuvegurin var fyrsti vegurin, ið var gjørdur til bilar. Myndin er tikin umleið 1915 (Kelda: Fyrsti Bilurin 100 ár, Mynd: Meinhard Arge)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024