Góðan morgun Føroyar

Rættarmálið, sum allur heimurin fylgir við í
10-05-2022
Fyrrverandi hjúnini, Johnny Depp og Amber Heard, eru grundleggjandi ósamd um, hvør teirra hevur verið fyri órætti

Í Fairfax County í Virginina í USA er í løtuni eitt ógvuliga nógv umrøtt rættarmál. Tað er sjónleikarin, Johnny Depp, sum hevur stevnt fyrrverandi konu sína, Amber Heard, ið eisini er sjónleikari, fyri ærumeiðing.

Teirra kynsliga samband byrjaði í 2012. Frá 2015 til 2017 vóru Johnny Depp og Amber Heard hjún..

Kjarnin í málinum er ein klumma í Washington Post í 2018, sum Amber Heard skrivaði.

Har nevndi Heard, at hon regluliga hevði verið fyri kynsligum harðskapi í heiminum.

Hóast Johnny Depp ikki beinleiðis bleiv nevndur við navni í klummuni, var hann ikki í iva um, hvønn klumman snúði seg um.

Hann valdi at stevna fyrrverandi konu sína eftir 50 milliónum dollarum fyri ærumeiðing.

Johnny Depp segði, at klumman hevði havt ógvuliga negativ árin á bæði hansara umdømi og hansara sjónleikarayrki.

Eftir greinina føldi hann seg sum persona non grata í Hollywood, og boð vóru ikki longur eftir honum.

Rættarmálið byrjaði 11. apríl. Johnny Depp hevur verið í vitnabásinum, fleiri vitni hava verið avhoyrd, og Amber Heard er nú eisini farin undir sína frágreiðing.

Amber Heard sigur seg regluliga hava verið fyri harðskapi av einum manni, sum av stórari rúsevnamisnýtslu hevur verið í sálarligari ójavnvág.

Johnny Depp sigur hinvegin, at tað er hann, sum hevur upplivað harðskap í hjúnabandinum.

Eitt nú misti hann petti av longutong, einaferð Heard grýtti eina vodkafløsku, sum fór í sor, tá hon rakti hondina á Depp.

Amber Heard hevur boðað frá, at tá hetta málið er liðugt, fer hon at stevna Johnny Depp eftir 100 milliónum dollarum fyri at hava framt sálarligan, kropsligan og kynsligan harðskap.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024