Góðan morgun Føroyar

Frá Varpinum til Varpið
10-05-2022
Leygardagin varð skipað fyri gongutúri í Klaksvík, við undirheitinum frá Varpinum til Varpið. Ein túrur, har ymiskar verkætlanir í miðbýnum vóru lýstar.

Hoyr framløgurnar frá túrinum.

Dávur Winther, fyriskipari, skrivar soleiðis um túrin:

Í allar fagrasta veðri og við hópin av fólki varð lagt frá landi norðuri á Varpinum.

Per hjá Hans hjá Hansen, sum er uppvaksin á Varpinum, greiddi hugtakandi frá umhvørvinum kring Varpið, teimum húsum, har vóru, og at farleið eftir innangarðs garðinum sóust millum hús teirra og grannahúsið norðanfyri í síni tíð.
Væl varð greitt frá týdninginum av orðinum ”Varp”, og tí virksemi, sum her hevði verið, tá ið m.a. tá stór skonnartin, Polo lá við varpabrúnna og skipaði farm inn og út til Varpið.

 

Per Jacobsen greiðir frá um staðarnavnið Varpið (Mynd: Dávur Winther)

 

Vit gingu oman móti har, sum Dragin liggur, og sóu leivdirnar av varpabrúnni, ið var, áðrenn vit snaraðu heim eftir fram við bátabrúnum og heim til Nólsyar Páls húsið, har Archibald Black – bóndin á Myrkjanoyri, sum í fimta lið eftir Nólsoyar Páll situr á garði hansara – tók í móti stóru áhugaðu mannfjøldini.

 

Nógv fólk var við á gonguferðini og øll rúmaðust ikki í túninum í biskupsgarðið. (Mynd: Kári Sólstein)

 

Rúmaðust ikki í túninum
So nógv fólk vóru, at ikki øll rúmaðust í túninum. Men áhugin var stórur og stóðu fólk sum við andakt og lýddu á, meðan Archibald geiddi frá. Hann hugleiddi m.a. úr skiftinum eftir Nólsoyar Páll, at hann var ikki hvør sum helst – hann át av tallerkum við knívi og gafli, sum ikki var so vanligt tá. Hann svav í himmalsong við rættari dýnu. Hann las útlendska, enska og franska bókmentir.
Men bara tað at byggja ein slíkan garð við fýra lonum tá, var ikki hvørs mans føri.
Archibald hugleiddi um hvussu kringumstøðurnar høvdu verið hugnarligar við at bygd neystini upp aftur í grannalagnum, eins og at teir høvdu keypt eina grannaogn at taka niður, fyri at kunna hava hvanngarð og annan vøkstur, Nólsoyar Páll hevði – Men hevur loyvi at hava dreymar, endaði Archibald við einum smíli. Fjøldin takkaði fyri við lógvabrestum.
Síðani varð gingið til nýggja kappróðrarneystið, har greitt var frá útsjónd, snið og skapi.
Ætlanin var so at fara inn í BankNordik at fáa nakrar framløgur um byggingina í miðbýnum. Men tað vóru so nógv fólk við í ferðini, so hesi høvdu ikki rúmast inni í hølunum hjá BankNordik.

 

Soleiðis ímynda man sær, at nýggja kappróðrarneystið fer at síggja út.

 

Kappróðrarneystið
Tí varð avrátt at fara beinleiðis yvir í Mentanarhúsið, sum er rúmligari, og har legði Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag fyri við at greiða frá við eini framløgu um nýggja kappróðrarneystið, sum eftir ætlan skal standa liðugt í november í 2022.

 

Soleiðis verður ímyndað, at nýggi húsarhaldsskúlin fer at síggja út, uttan og innan. 

 

Húsarhaldsskúlin
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri greiðir frá um Húsarhaldsskúlan, sum rættiliga hevur fingið fastatøkur í Klaksvík eftir drúgvt arbeiði av eldsálum, ið hava staðið handan skúlan.
Tað eru hópin av fólki úr øllum Føroyum, sum gagnnýta skúlan og leggja nógv eftir seg her. Har eru ársskeið fyri ungdómar, men afturat tí hópin av styttri vár- og summarskeiðum.
Nú er umráðandi at fáa eina munandi dagføring av skúlnum í næstum – og liggur hann ikki betri enn her mitt í mýnum - her lívið er – og kann verða við til at stuðla undir til enn meir lív í býnum.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya gjørdi nógv burtúrúr at lýsa skúlan sum ein munandi mentanarberi, ið stendu væl saman við tí, sum í miðbýnum er.

 

Soleiðis verður ímynda, at nýggi íbúðarbygningurin fer at síggja út við Sandin.

 

Íbúðarbygging í miðbýnum
Selmar Nielsen, arkitektur hjá SNA (Selmar Nielsen Arkitektar Sp/f) greiddi frá hugtakandi verkætlan, teir saman við Kanjon og øðrum íleggjarum er farnir í holt við, og eru komnir rættiliga væl áleiðis við.
Talan er um 28 leiguíbúðir millum 50 og 114 m2 til víddar- veghæddin verður til handilsligt endamál. So byggingin líkist í innihaldi Biskupstorgi, men er í sniði nakað annarleiðis, tó í somum hædd.
Tá ið teir eru komnir nakað meir áleiðis við tekningum og samanseting av felagnum, sum skal fremja byggingina, verður ein størri og neyvar kunning um verkætlanina – hetta vónandi um ikki langa tíð í summar. Málið er at sleppa í gongd við bygging í november 2022.

 

Kvinnubólkurin Suð syngur í Varpinum (Mynd: Dávur Winther)

 

Síðani var SUÐ á skrá!

Tað var hugtakandi og fjálgt at ”hoyra klangin í húsinum” – væl bornan av SUÐ, sum eru í einum sera góðum ráki, sum so ofta fyrr.
Tær sungu frálíka væl og tú kundi gera tær ímyndir av eini góðari konsert saman við teimum og so nógvum øðrum innanfyri stuttari framtíð í Mentanarhúsinum, Varpið.

 

Nakað soleiðis fer Varpið at siggja út, tá ið stóra hurðin er latin upp og tónleikurin verður spældur á stóra pallinum. 

 

Mentanarhúsið
Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í stýrinum fyri Mentanarhusið bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá verkætlanini um Mentanarhúsið, áðenn hon gav orðið til Dáva Winther, sum við eini framløgu greiðir frá byggingnini.
Talan er um meira enn eina 100-ára dagføring av mentanarkarmum í Klaksvík. Gamla Dansistovan, sum varð bygd í 1898, var karmur um og so mangt: Dans, sjónleik, fráhaldsrørslu, Háskúlin var her í 1899, fimleikur og patur av skúlanum, Brøðrasamkoman helt til her, áðrenn tey fingu egin høli í 1917, Indre missiónin helt til her og so mong onnur.
Dansistovan var av sínum egnu ”viðskiftafólkum” tikin niður – við nógvum gangi, tí nú skuldi byggjast nakað nýtt.
Eftir stendur, at Atlantis stendur í grannalandum, sum kann hýsa 68 sitandi fólkum, sum so er mentanarhúsið í Klaksvík.
Tí er tað en sjálvfylgja, at eitt rættiliga Mentanarhús hevur sín sjálvsagda leiklut í einum framkomnum samfelaga, sum Klaksvík er.
Húsið er væl áleiðs og skal eftir núverandi tíðarætlan standa liðugt í oktober 2022. Konsertir – størri og smærri, framsýningar, kvøldsetur eru uppgávur nógvum í húsum. Til ber at lata endaveggin upp, so tú kanst spæla oman móti Vágsbøi.
Inni eru hópin av smærri og størri hølum, sum kunnu vera verkstøð, skrivstovur, framsýningarøki, spælistøð, venjingarstøð og so mangt annað. Stór forhøll er undir stór-høllini, haðani umvegis trappu ella lyftu kemst upp í høllina. Eisini eru góðar umstøður til pallfólkini við sminku- og skiftingarrúmum.
Aðalmálið við Mentanarhúsinum er at bera alt, sum hevur við mentan at gera til fólk, ið hava henda áhuga, eins og at ala afturat. Men við tí grannalagi, sum stundar til við m.a. hotelli, ber eisini rættiliga væl til at bjóða húsið fram, sum eitt sera beinrakið ráðstevnu- og framsýningarhús við nógvum møguleikum, størri og smærri hølum og hentleikum sum góð netskipan.
Í næstum verður søkt eftir leiðari til nýggja og spennandi Mentantanarrhúsið, Varpið.

 

Ver virkin
Gunvá við Keldu, forkvinna í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini takkaði fyri góðu undirtøkuna, ”Virkið Vár” hevði fingið og undirstrikaðið at umráðandi er at hava í huga ABC-regluna hjá Fólkaheilsuráðnum: ”Ver virkin, ver saman, ver hugbundin”.
Síðani varð boðið til ein góðan kaffimunn og síggja part av húsinum
Virkið Vár, sum var so mangt annað, enn her lýst, hevur virkað, tí fólk tóku væl ímóti mongu tilboðunum! til hetta tiltakið vóru væl meir enn 100 fólk inni í Mentanarhúsinum. Afturat tí spældi veðrið rættiliga væl við, so alt gekk sum eftir ánni.

Kelda: Dávur Winther/Norðlýsið

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
28-02-2024
Hettutroyggja og blusur við politiskum boðskapi hoyra ikki heima á tingsins røðarapalli. - Klæðini skulu vera siðilig og tignarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna
27-02-2024
Hoyr alla sendingina
27-02-2024
Vestmenningurin Harald Bjørgvin er í Antarktis saman við 84 øðrum myndafólkum.
27-02-2024
Summi foreldur halda, at tey hjálpa teimum blaðungu við at geva teimum nakrar fáar øl, men í roynd og veru er hetta ein bjarnatænasta, heldur SSP-ráðgevi.
26-02-2024
Tænastan gevur fólki møguleikan at søkja um atgeingi í skjalasavnstilfar, ið inniheldur persónsupplýsingar. Eitt nú sjúkrajournal, faðirskapsmál ella politimál
26-02-2024
Hoyr alla sendingina
26-02-2024
- Hetta hevur leingi verið ein dreymur, sigur Kartin Høgnesen, sum tó ikki útilokar, at hann vendir aftur til hárfríðkan seinni
23-02-2024
Hoyr alla sendingina
23-02-2024
Arsen í rísi, veðrið, kærumøguleikar, støðan í miðeystri, Fountainhúsið
22-02-2024
Hjá teimum, sum hava sálarligar trupulleikar, er Fountainhúsið ein trygg havn í einum rokaligum umheimi
22-02-2024
Lív Birgirsdóttir Johansen mátti tosa við tríggjar ymiskar læknar, áðrenn hon verður í álvara og fær staðfest blóðtøpp
21-02-2024