- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leyst lív, blóð, pína, krampar og luft í maganum eru nøkur av sjúkueyðkennunum, sum man stríðist við, tá ið man hevur tarmsjúku. Tó eru fá tarmsjúk, ið tosa um tað, og nógv velja at stríðast í stillum og fara ikki til lækna.
Hetta ætlar Colitis Crohn Felagið at broyta, tí øll hava uppiborðið at fáa tað hjálp sum ber til, so at støðan kann gerast so góð sum gjørligt.
Yvir 1000 føroyingar hava tarmsjúku
Colitis Crohn Felagið er felag hjá tarmsjúkum, avvarðandi og øðrum áhugaðum. Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum. Yvir 1.000 fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men talið er óivað hægri. Sum sagt eru nógv, sum hava sjúkueyðkenni, men ikki tora at tosa um sjúkuna, ei heldur at fara til lækna.
Lýsingarnar kunnu skaka
Felagið er framleitt nakrar lýsingarfilmar og vóna tey í felaginum, at sjálvt um filmarnir kunnu skaka onkran, sum heldur, at tílíkt ikki er hóskandi, er endamálið, at ein leggur merki til filmarnar, og óhepnu støðurnar ein kann koma í, tá ein hevur tarmsjúku.
Mugu oftani á ves
Tarmsjúk eru ofta á ves, og tað kann ikki bíða, tí velja tey ofta støð frá, sum ikki hava ves. Megd hevur varpað nógv ljós á atkomuligheit, men hjá tarmsjúkum, snýr tað seg um ves, og enn eru tíverri nógvir handlar í Føroyum, sum ikki hava almenn ves. Tað er eisini onkur venjingarmiðstøð, sum ikki hevur ves, og á nógvum almennum støðum, har tiltøk eru, eru alt ov fá ves, so her kann støðan gerast betri.
Umframt at hjálpa uppá hetta, vónar felagið,við lýsingarátakinum, at bróta tabu, at fáa fólk at tosa um tarmsjúkur, og at fara til læknan at søkja sær hjálp.
Lurta eftir samrøðuni við Lindu Kølleskov og Kristinu Viderø, umboð fyri Colitis Crohn Felagið.
Kelda: Colitis Crohn Felagið