Góðan morgun Føroyar

Ein lætti at seta orð á persónlig viðurskifti
12-05-2022
Sært tú meg, eitur sendingin, sum verður at síggja í Kringvarpinum í kvøld

Trúgv, seksualitetur, sjúka og deyði.

Hesi eru nøkur av evnunum, sum fýra ung fólk tosa um í nýggju føroysku sendingini, Sært tú meg.

Elin Sólvør á Løgmansbø, Karstin Dánjalsson í Húsinum og Marin Jakobsen, ið øll eru í fyrstu sending, greiða frá upplivingini.

Tað var løgið og heitt at sita í reyða stólinum og greiða nøkrum púra fremmandum persónum frá ógvuliga persónligum viðurskiftum.

Tey eru tó samd um, at hetta var gevandi.

Vónin er, at hetta fer at hjálpa øðrum ungum at tosa um alt tað, sum ikki er so lætt at tosa um.

Øll eru tey eru spent at vita, hvussu vinir og familja fara at reagera, nú tað verður víst í sjónvarpinum.

Anna Joensen-Næs og Maria Maria Winther Olsen leggja sendingina, Sært tú meg, til rættis.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024