Góðan morgun Føroyar

Millum greivar og barónar á Herlufsholm
12-05-2022
- Tað var eitt kultursjokk, sigur Ólavur Winther, sum í árunum 1970 til 1973 tók studensprógv á kenda, danska kostskúlanum, Herlufsholm.

Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt í donskum miðlum um harðskap, háðan og happing á kenda kostskúlanum, Herlufsholm.

Skúlin, sum hevur 457 ár á baki, hevur í nógv nógv ár staðið nærum sum ein halgimynd í Danmark. Fleiri kend vinnulívsfólk og ein stórur partur av teimum kongaligu hava gingið á skúlanum.

Men myndin av kostskúlanum er nú broytt. Í einum sjónvarpsdokumentari, sum danska TV2 hevur gjørt, kemur fram, at ógvuslig happing, háðan og harðskapur hava í nógv ár verið partur av mentanini á kenda kostskúlaum.

Nakrir fáir føroyingar hava eisini gingið á skúlanum. Ein teirra er Ólavur Winther úr Vestmanna. Frá 1970 til 1973 hevði Ólavur Winther sína dagligu gongd á Herlufsholm.

Hóast Ólavur ikki kennir til hvørki happing ella harðskap frá tíðini, hann gekk á skúlanum, er eingin ivi um, at talan er um ein heilt serligan skúla við eini heilt serstakari mentan.

Í morgunsendingini greiðir Ólavur Winther frá tíðini á kenda danska kostskúlanum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024