Góðan morgun Føroyar

Millum heimsins bestu tatovørar í Føroyum
20-05-2022
Hevur tú hug til at síggja listafólk meðan tey arbeiða, hevur tú møguleikan um vikuskiftið

- Tú kanst samanbera tað við, at tú fert í eitt atelier, har tú sært fólk sita og mála. Hetta er list 'in the making' sigur Karin Leyvudóttir, sum er ein av fyrireikarunum av Tattfest, tatoveringsfestivalinum, sum verður í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.
Um tú ert forvitin og vilt síggja, meðan tatoverað verður, so ber hetta til, tí í skálanum í Norðurlandahúsinum sita tatovørarnir lið um lið og tatovera.

Ein av teimum, sum fer í arbeiðshandskarnar er Majbritt Petersen, sum eigur og rekur tatoveringstovuna Tattoo Ole í Keypmannahavn. Umframt at hon fer at tatovera, so fer hon eisini at hava ein fyrilestur um sjómanstatoveringar.

- Vit hava eina langa siðvenju við tatoveringum í Norðurlondum, har sjómenn hava verið leingi á sjónum, og ikki vitað nær og um teir mundu koma heim aftur. Tí hava teir havt brúk fyri onkrum at hyggja at, sigur Majbritt Petersen.

Meira fæst at vita um Tattfest við at trýsta her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024