- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Anastacia kemur til Føroya
24-05-2022
Tað verða eini 20 fólk í ferðalagnum, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari
Leygarkvøldið 19. november verður stórfingin konsert í høllni á Hálsi í Havn. Tá fer Anastacia á pallin.
Tað var við sanginum I'm Outta Love, sum kom út í ár 2000, at hon veruliga bleiv ein superstjørna á altjóða tónleikapallinum.
Seinni gjørdi hon vart við seg á hittlistunum við eitt nú Sick and Tired, Paid My Dues og Why Did You Lie To Me.
Fyriskipararnir siga, at 2300 atgongumerki verða seld í sambandi við konsertiná á Hálsi í Havn.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024