Góðan morgun Føroyar

Trøllabeiggi á reyðu langmottuni í Bollywood
30-05-2022
Gudmund Helmsdal og Nicolaj Falck eru hugtiknir av, hvussu ómetaliga stóran týdning filmur hevur í India

Filmurin Trøllabeiggi hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. Nú er hann í uppskoti til enn eina virðisløn, Hesa ferð er tað á einum stórum indiskum filmsfestivali.

Í tí sambandi eru Gudmund Helmsdal, leikstjóri, og Nikolaj Falck, leikari, bodnir til Mumbai at vera við á festivalinum.

Trøllabeiggi er søgan um tveir brøður, sum, eftir at teir brádliga mistu eldra beiggjan, stríðast fyri at bjarga garðinum hjá familjuni.

Hetta er ein søga, sum talar til flest øll fólk, sigur leikstjórin.

Tað sæst eisini aftur á teimum umleið 80 virðislønunum, sum festivalurin hevur fingið um allan heim.

2. juni verður Trøllabeiggi í India, og 4. juni fæst at vita, hvørjar filmar fáa virðisløn.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024