- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
190 ferðafólk á vitjan í Elduvík
03-06-2022
Morgunsendingin skiftir orð við Marjun Niclasen, leiðara á Visit Runavík, og Rannvá Troest, sum samskipar cruisevitjanir fyri Runavíkar havn
Vitjanin er løgd til rættis í samstarvi millum bygdafólkið, Visit Runavík og Runavíkar Havn.
Tá tikið verður ímóti ferðamannaskipum í smáu bygdunum, Elduvík og Funningi, verður ein serstakur leistur fylgdur, har høvuðsfyriskipararnir leggja dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak.
Í mesta lagi trý skip verða loyvd inn á Elduvík um árið.
Seinasta ferðamannaskipið, ið vitjar í Elduvík í ár, kemur mánadagin 3. oktobur.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024